Leygardagin 8. apríl fara vit at royna nakað nýtt og spennandi í Tjørnuvík 🤙 Gosmeistarin, Jan Zachariassen, slær gosteltið upp til saunagos og vælveru. Vit tendra eisini hitapottin og bjóða okkurt leskiligt í Surf Smáttuni. Tekna teg til annað av hesum:
- Luksus saunagos og hitapottur kl. 10-12
Íroknað 4x saunagos og sjódypp við olju, skrubb og andlitsmasku. Tíð í hitapottinum, umframt frukt, sjokoláta og brúsandi vín í Surf Smáttuni aftaná.
Kostnaðurin fyri hvønn er 500 kr. Pláss er fyri 10 fólkum.
- Surf, saunagos og hitapottur kl. 13-19
Íroknað vælkomst við frukt, sjokolátu og kaffi. 1-2 tímar surfing íroknað øllum. Hitapottur og saunagos við sjódypp aftaná. At enda bjóða vit mat, drekka og hugnaløtu við brúsandi vín í Surf Smáttuni.
Kostnaðurin fyri hvønn er 1.650 kr. Pláss er fyri 8 fólkum.
GG: Aldursmarkið er 18 ár. Tað einasta, sum tær nýtist at taka við, er handklæði og svimjiklæðir. Tiltakið er treytað av at veðrið er tilvildar.
Tilmelding
