Feitasta gávan alt árið

Faroe Islands Surf Guide skipar fyri túrum til einstaklingar og bólkar alt árið. Túrar eru egnaðir til øll, tí vit tillaga okkum tykkara støði – tó er aldurmarkið 14 ár. Tað einasta, sum tær nýtist at hava við, er svimjiklæðir og handklæði.


SURF TÚR á 2-3 tímar íroknað frálæru og surfing + ábit og drekka í smáttuni við sandin í Tjørnuvík fyri 1.250,- fyri hvønn. Øll útgerð er íroknað.

Eyka: Hitapottur (1 tími) fyri 250,- treytað av at min. 4 fólk eru á túrinum.


Tú kanst eisini velja okkara stóra summarhitt:

SUP TÚR á 2-3 tímar við paddleboard, cliff jumping og snorkling, har vit svimja inn í goymdar gjáir + ábit og drekka í smáttuni við sandin í Tjørnuvík fyri 1.250,- fyri hvønn. Øll útgerð er íroknað.

Eyka: Hitapottur (1 tími) fyri 250,- treytað av at min. 4 fólk eru á túrinum.


Kundi tú bara tonkt tær hitapott og kanska sjódypp?

HITAPOTTUR í 2 tímar + ábit og drekka í smáttuni við sandin í Tjørnuvík fyri 2.500,- í alt. Pláss er fyri max 6 fólkum.

Bílegg gávubræv / túr

Photo: Olaf Olsen http://www.olafolsenphotography.com http://www.instagram.com/olafolsenphotography http://www.facebook.com/olafolsenphotography