Hoyggja x Surfa

VILT TÚ HJÁLPA OKKUM AT HJÁLPA ØÐRUM?

Kom og HOYGGJA í Tjørnuvík í juli mánað og royn SURFING / SUP + cliff jumping, snorkling og cave exploring fyri 300 kr. 🏄🏼😎🤙 HITAPOTTUR, MATUR og DREKKA er íroknað 🌞🍔🍺

Tjørnuvíkingar hava tørv á góðum kreftum og fleiri hjálpandi hondum at hoyggja í juli mánað 💪🌾👨‍🌾🐏 Tí bjóða vit øllum, sum vilja hjálpa lokalum at hoyggja í nakrar tímar, ein hugnaligan dag og eina feita uppliving 👌💦

Vit byrja dagin við at hoyggja, og aftaná verður aktivitetur á sjónum, hitapottur, matur, drekka og hugni. Veðrið avgerð sjálvandi hvat ber til og nær.

Tú fært nærri kunning, og vit seta okkum í samband við teg skjótast gjørligt, tá dagar vera settir av til hetta.

GG: Aldurmarkið er 18 ár og avmarkað pláss.

Tilmelda

Photo: Olaf Olsen http://www.olafolsenphotography.com http://www.instagram.com/olafolsenphotography http://www.facebook.com/olafolsenphotography